Umsókn

VEKS er kommunalt samstarv millum Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur, sum m.a. umsitur tey trý
heimini í økinum. Tey eru Heimið á Grønanesi í Vestmanna, Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi og Korndalsbýlið á Eiði.

Niðanfyri er leinkja til umsóknarblað í sambandi við tær tænastur, sum Heimatænastan í VEKS veitir.

Neyvari kunning um, hvørjar tænastur Heimatænastan í VEKS veitir, fæst við at trýsta á leinkjuna
Tænastur. Trýst síðani á leinkjuna til ta tænastu, tú ynskir at kunna teg nærri um.

Metir tú teg hava tørv á tænastu, skal omanfyri nevnda umsóknarblað útfyllast. Legg til merkis, at krossur skal
setast út fyri tí tænastu, søkt verður um. Týdningarmikið er, at allar tríggjar síðurnar á umsóknarblaðnum verða rætt útfylltar, tvs. at persónsupplýsingarnar eru rættar, grundgivið verður fyri umsókn og at umsóknin verður dagfest og undirskrivað av umsøkjara ella avvarðandi.

Umsóknarblaðið skal sendast til teldupostadressu okkara veks@veks.fo .

Um tað ikki er møguligt at senda teldupost, kann umsóknarblaðið sendast við vanligum brævi til:

Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59
FO-350 Vestmanna