VEKS er eitt sjálvstøðugt kommunalt samstarv

Í sambandi við at eldraøkið frá 1. januar 2015 er flutt frá Almannamálaráðnum til kommunurnar at umsita, er samtykt við lóg, hvørjar kommunur skulu samstarva, so eindirnar eru nóg stórar og sterkar til at lyfta hetta stóra og týdningarmikla økið. 

Fyri Norðurstreymoy og Norðureysturoy er tað galdandi, at Vestmanna, Eiði, Kvívík og Sundalagið skulu samstarva um eldraøkið. Kommunurnar hava í hesum sambandi stovnað samstarvið VEKS, ið er uppkallað eftir teimum fýra kommununum.

Leinki til “Løgtingslóg um kommunalt samstarv” við tilhoyrandi kunngerðum kunnu heintast her niðanfyri: