Eiðis kommuna

Við ársbyrjan 2017 búðu 694 fólk í Eiðis kommunu. Bygdarráðið telir 7 limir við Jógvani í Skorini sum borgarstjóra. Hinir bygdarráðslimirnir eru Hans Jákup D. Johansen, Ingun Mørkøre, Jens Pauli G. Nolsøe, Grímur Hammer, Konrad Joensen og Olaf Fríðheim.

Eiðis kommuna fevnir um bygdirnar Eiði, Ljósáir og Svínáir. Bygdirnar liggja norðast á vestaru síðu á Eysturoynni. Hetta ber í sær, at lutfalsliga stutt er at koyra til allar partar av landinum.

Kommunan er væl útbygd við nýggjum barnagarði, sambýli, nýumvældum skúla, nýmótans ítróttarhøll og nýggjum graslíkisvølli.

Les meira á www.eidi.fo.