Søkt verður eftir køksfólk
03/07-2026Søkt verður eftir køksfólki til Røktarheimið á Mørkini og Heimið á Grønanesi
Talan er um gevandi starv, har tú arbeiðir við føðslu til borgarar við ymiskum ellisavbjóðingum m.a. dysfagi. Tú verður upplærd/ur í mannagongdum í køkinum. Tú arbeiðir í toymi saman við øðrum køksfólki.
Starvsbrøkur 0,5 – ið svarðar til 20 tímar um vikuna.
Starvsbrøkur 0,375 – ið svarðar til 15 tímar um vikuna.
Arbeiðsstaður
- Er á Røktarheiminum á Mørkini í Streymnesi. 20 tímar um vikuna.
- Er á Heiminum á Grønanesi í Vestmanna. 15 tímar um vikuna.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
- At gera vælsmakkandi og heilsugóðan mat.
- At halda køkin reinan.
- At skapa trivna fyri búfólk og starvsfólk, bæði við søtum og sunnum mati.
Førleikar
- Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
- Megnar at fylgja arbeiðs- og mannagongdum.
- Viðvirkar til eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi.
Vit kunnu bjóða
Góðar karmar.
Góða innleiðslu.
Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
Møguleika fyri førleikamenning.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaður er Heimatænastan í VEKS, við arbeiðsstaði út frá omanfyri nevnda staði.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafalagið og Heilsuhjálparafelagið.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til:
ella
Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 20
FO-350 Vestmanna
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. juli 2026, kl. 12.00.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:
- Birita B. Iversen, deildarleiðari á Mørkin, á tlf. 793251 ella á biritai(a)veks.fo
- Sunrid á Borg, deildarleiðari á Grønanesi, á tlf. 217479 ella á sunridab(a)veks.fo
Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu.


