Søkt verður eftir heilsuhjálparum
03/07-2026Søkt verður eftir heilsuhjálparum til Heimatænatuna í VEKS, at seta skjótast til ber.
Talan er um spennandi og mennandi starv, har tú arbeiðir við røkt til borgarar við ymiskum ellisavbjóðingum og m.a. demenssjúku. Tú arbeiðir í toymi saman við øðrum heilsuhjálparum, heilsurøktarum, ófaklærdum, sjúkrarøktarfrøðingum og terapeutum.
Starvsbrøkur og arbeiðsstaður
2 heilsuhjálparar til Korndalsbýlið á Eiði, at arbeiða í skiftandi vaktum, annaðhvørt vikuskifti, bæði á Korndalsbýlinum og úti í heimatænastuni, brøk 1,0 ella eftir nærri avtalu at byrja 1. septembur 2026 ella skjótast gjørligt.
Førleikar
Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:
· Jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild.
· Evni og hug at arbeiða í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.
· Viðkomandi útbúgving og góðkenning.
· Telduførleika á brúkarastøði.
· Koyrikort til persónbil.
Vit kunnu bjóða
· Fjølbroytt størv.
· Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
· Góða innleiðslu.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til:
ella
Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 20
FO-350 Vestmanna
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. juli 2026, kl. 12.00.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:
- Biritu B. Iversen, virkandi deildarleiðara, á tlf. 793251.
Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu.


