Ansingarsamsýning

 

Við heimild í § 12 stk. 5 í løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014, broytt við kunngerð nr. 160 frá 13. desembur 2018, kann ansingarsamsýning veitast fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima, tá tørvur er á støðugari røkt og hjáveru.

Ein ansari kann vera avvarðandi, familjulimur ella annar, ið er mettur førur fyri at átaka sær ansingaruppgávuna.

Avgerð um at veita ansingarsamsýning verður tikin av visitatiónsnevndini hjá Heimatænastuni í VEKS.

Umsóknarblað til ansingarsamsýning er ovast á hesari heimasíðuni undir "Umsókn".